Hóast afturgongd upp á 8,5 prosent, so er Siumut framvegis eitt vet størri enn IA
Hóast stjórnarberandi flokkurin ikki hevði góð kort á hondini undan grønlendska valinum í gjár, so vísir valúrslitið, at Siumut framvegis er størsti flokkur í Grønlandi. Fjarstøðan aftur til Inuit Ataqatigiit er tó sera tepur. Siumut fekk 326 atkvøður fleiri enn IA.
29.448 av teimum 40.424, sum høvdu valrætt, greiddu atkvøðu. Harvið var valluttøkan 72,8 proent.
Møguleikin fyri breiðari samgongu millum tveir teir størstu flokkarnar hevur verið nevndur. Hin møguleikin er, at tað vera smærru flokkarnir, sum fara at gera av, um tað skal vera Kim Kielsen, formaður í Siumut, ella Sara Olsvig, formaður í IA, sum skal standa á odda í nýggja landsstýrinum.
Tað eru 31 limir í landstinginum, og stóru flokkarnir fáa ellivu tinglimir í part. Fyri at røkka meiriluta – 16 – skulu tríggir flokkar ganga saman í samgongu, um talan ikki verður um samgongu millum Siumut og IA. Teir báðir størstu flokkarnir fáa ellivu limir í part í nýggja tinginum.
Stóri vinnarin hesa ferð var Parti Naleraq, sum fyrstu ferð bjóðaði seg fram og vann 11,6 prosent av atkvøðunum. Hetta er flokkurin hjá Hans Enoksen, sum áður hevur verið formaður í Siumut og landsstýrisformaður. Hann fór úr flokkinum og stovnaði nýggjan flokk, tí hann var misnøgdur við politikkin hjá Aleqa Hammond, sum við 42,8 prosentum av atkvøðunum vann stórsigur á valinum á grækarismessu í fjør.
Tað verður roknað við, at Hans Enoksen fer at fáa lyklaleiklut í samgongusamráðingunum, sum Siumut í dag fer undir.
Úrslitið av valinum sambært valg.gl:
| Atassut | 6,5 | -1,6 | 
| Demokratarnir | 11,8 | 5,6 | 
| IA | 33,2 | -1,3 | 
| Parti Inuit | 1,6 | -4,8 | 
| Parti Naleraq | 11,6 | 11,6 | 
| Siumut | 34,3 | -8,6 | 
| Aðrir | 0,1 | 
 | 










