Fuglafirðingar arbeiða nú við at gera sitipláss við vøllin í Fløtugerði. UEFA setir krøv til øll síni limalond, og næsta ár er eitt krav til feløg í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, at tey skulu hava sitipláss við vøllin.
Leikskráin hjá ÍF skrivar, at Fuglafjarðar býrað hevur havt ætlanir um at byggja eitt skýlið við 600 sitiplássum, men hendan ætlanin er slept. Ein orsøk var kostnaðurin, og ein onnur orsøk var, at skýlið fór helst at gera meira skaða enn gang, tá ið hugsað verður um náttúruumhvørvið kring vøllin.
Ætlanin er nú, at sitipláss skulu gerast í bønum omanfyri vøllin. Tak verður ikki lagt út yvir sitiplássini, sum skulu verða 320 í tali.
Ein onnur ætlan er nú um, at nýggjur vøllur skal gerast á Kambsdali. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt nýtt stadion, sum fer at kosta minst 15 milliónir krónur. Sambært leikskránni hjá ÍF ætlar Fuglafjarðar býráð at senda pengar av til hesa bygging næstu árini.
Eingin tíðarætlan er løgd fyri hesa bygging, og ÍF rokna tey við, at talan er um eina langtíðarætlan.










