Margretha: - Vit er sera fegin fyri allar blómurnar. Vit taka tær við umborð á Dannebrog og seta tær í vatn beinanvegin. Onkur blóma er følnað, tá vit koma umborð um kvøldið, men hinar verða settar í vasar.
Mary: - Tað verður ein góð uppgáva hjá mær at seta meg inn í føroyska málið. Eg havi sjálv hugsað at leggja meg eftir føroyska málinum.
Margretha: - Eg havi hildið mína talu í Norðurlandahúsinum, og eg hevði ikki orðað meg øðrvísi, hóast eg visti um umrøðuna aftaná. Eg angri einki av tí, sum eg segði.
Fríðrik: - Vit vilja fegin koma aftur til Føroyar. Tá vil eg so avgjørt sleppa til Mykinesar, fyri m.a. at hyggja eftir lundunum. Kanska eg eisini sleppi við at fanga teir?
Heindrik: - Vit eru sera fegin um at hava Mary í okkara familju. Eg komi sjálvur frá einum systkinaflokki uppá nýggju, og eg eri tí vanur við eina stóra familju.
Fríðrik: - Eg eri sera fegin um, at tað kundi lata seg gera soleiðis at vit kundu koma til Føroyar á hesum sinni. Tit hava eina ótrúliga vakra náttúru.
Mary: - Óansæð um tað verður ein drongur ella ein genta, so gleða vit okkum til okkara barn.
Margretha: - Tað gongur soleiðis upp og niður við knænum. ?Det ter sig lidt!?
Mary: - Eg haldi meg í form við at motionera.
Margretha: - Vit undrast yvir alt tað vakra, sum vit hava fingið við føroyskum designi. Tit ganga eini spennandi tíð í møti innan mótaídnaðin.
Mary: - Vit hava fingið so nógv vøkur ting. Og vit fara sjálvandi at brúka øll pløggini, sum vit hava fingið.
Øll: - Hetta hevur verið ein sera góð vitjan. Takk fyri øll somul!