Kári P. Højgaard, sum hevur umboðað Sjálvstýrið á tingi í fleiri ár og sum eisini hevur umboðað flokkin í landsstýrinum, er millum tey, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum leygardagin.
Men, hvussu kennist avgerðin um ikki at stilla upp aftur, nú valstríðið er í hæddini?
- Eg eri staddur uttanlands og verið ikki heima valdagin, men eg havi greitt brævatkvøðu. Sostatt er valstríðið fyri mín part í ávísari fjarstøðu.
Kári P. Højgaard sigur, at tað kennist sum ein himmalskur lætti ikki at vera partur av valstríðnum, tó blandað við kensluni ”hvat nú?” sum hann tekur til.
Hvat væntar tú av løgtingsvalinum?
- Tað er altíð trupult at meta um valúrslit, men eg vóni og vænti, at Sjálvstýrið fær eitt gott val og tveir tinglimir. Hin stóri spurningurin er, hvør vil saman við A, um Fólkaflokkurin fær ta stóru framgongdina, sum spátt hevur verið um.
Men, hvør heldur tú so fer at mynda samgongu eftir valið?
- Alt veldst um valúrslitið, sjálvsagt, men eg vænti ikki, at sitandi samgonga heldur fram við somu luttakarum. Eg haldi, at eitt gott boð er Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin saman við einum ella tveimum av teimum smærru flokkunum.
Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu?
- Vælferð føroyinga og almenn arbeiðspláss kring landið, har tey øki í Føroyum, sum higartil hava verið fyri vanbýti, fáa hægstu raðfesting, eitt nú Eysturoyggin, sigur Kári P. Højgaard.