Føroyingar hava nógv at læra, hvat ið altjóða samstarvi viðvíkur. Men vit kunnu eisini fáa stórt gagn burtur úr tí stóra arbeiðnum, sum verður gjørt í FAO til frama fyri burðardyggari matvøruframleiðslu.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður í takkarrøðu síni, tá ið Føroyar fingu atlimaskap í altjóða matvørufelagsskapinum undir ST.
Løgmaður fegnast um atlimaskapin, sum fer at geva Føroyum ein virknan leiklut innan altjóða fiskivinnusamstarv.
Harafturat gevur atlimaskapurin møguleikar fyri menningarvirksemi og samstarv í sambandi við menningarhjálp.
- Í FAO kunnu Føroyar koma við royndum og serkunnleika innan fiskuvinnu og aling, og harafturat
gagnnýta og læra av holla virkseminum hjá FAO.
Hann segði, at atlimaskapurin í FAO er ein varði í Føroya søgu og føroyingar vóru spentir eftir at taka virknan leiklut í arbeiðnum í felagsskapinum.
At vera beinleiðis uppi í hesum arbeiðnum, fer at styrkja okkum, bæði umsitingarliga og vinnuliga í arbeiðnum fram ímóti tí felags málinum.
- Við einum búskapi, sum í høvuðsheitum er bundin at fiskivinnu og alivinnu, eru føroyingar fullgreiðir yvir týdningin at styrkja okkara førleika til at átaka okkum tær avbjóðingar, sum alheimsgerðin og veðurlagsbroytingarnar áleggja okkum.
Eisini Vinnuhúsið fegnast um atlimaskapin.
-Bera vit okkum rætt at. Kann hetta fáa stóran týdning fyri Føroyar sum matvøruútflytara.
sigur Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Sagt verður, at at atlimaskapurin ger tað gjørligt at fáa ávirkan á tey mál, sum eru á dagsskrá í FAO og í ávísan mun at eisini at seta mál á dagsskrá.
Men skulu vit fáa nyttu av hesum limaskapi, er tað av alstórum týdningi, at vit brúka bæði politiska, umsitingarliga og vinnuliga orku til at gagnnýta limaskapin og teir møguleikar, hann ber í sær, til fulnar.
- Vit mugu seta neyðuga tíð og orku av til at fyrireika okkum til tey mál, sum eru á skránni í FAO.
Vinnuhúsið heldur eisini, at tað hevur týdning, at føroyingar eisini halda seg framat, tá ið størv verða lýst í FAO. Stimbra vit føroyingum at fáa sær royndir í arbeiði á altjóða stovnum, kunnu teir eisini bera vitan heimaftur við sær og sostatt gera okkum betri før fyri at arbeiða miðvíst á hesum øki.