Mikumorguin kl. 9.00 letur nýggjur gávuhandilin upp í SMS. Tað er Sita Rajani, sum eigur og rekur nýggjan og snotiliga handilin, sum hevur fingið navnið Mango.
Mangi er ein vælsmakkandi eksotisk frukt, sum veksur í India, og tað er ikki av tilvild, at hetta navnið verður brúkt til handilin. Nógvir av teimum gávulutunum, sum Sita fer at selja, eru indiskir og gjørdir úr mangotræi.
Í nýggja handlinum fer Sita at selja vørur, sum hon sjálv flytir inn úr India. Nevndast kann millum annað dúkar, senjarteppi, møblar og silvur.
? Eg havi verið tvær ferðir og keypt vørur í India í ár, og eg havi sostatt nógv áhugavert og forkunnugt. Umframt hetta verða gávulutir ig vørur, sum eru keypt í Europa, eisini at fáa frá mær, sigur Sita.
Hetta er fyrstu ferð, at Sita, sum er útbúgvin sum sjúkrasystur, roynir seg sum handilsánara. Kortini hevur hon royndir við sølu, og í fjør var hon á Torginum í SMS við gávulutum.
Eisini hevur hon verið við á onkrum sølustevnum. Millum annað í Klaksvikar, har hon fekk fyrstu virðisløn fyri vakrasta básin á stevnuni.
Nýggi handilin heldur til á svalanum norðureftir, har Klivin eisini er.