John Johannessen
Síðani klokkan tvey danska tíð hava danska stjórnin og Føroya landsstýri sitið við samráðingarborðið í danska forsætismálaráðnum og tosað um sáttmálauppskot landsstýrisins til føroyskt fullveldi.
Nú er klokkan vorðin fimm, og hava partarnir sostætt sitið við samráðingarborðið í trígjar tímar.
Men fyri lítlari løtu síðani fóru partarnir í hvør sítt rúm at tosa saman. Sum skilst eru nakrir lutir, partarnir hvør í sínum lagi ynskja at fáa greiðu á, áðrenn samráðingarnar halda fram.
Staðfestast kann, at tíðarætlanin hjá danska forsætisráðharranum heldur ikki. Sambært tíðindaskrivi frá honum skuldu samráðingarnar verið lidnar um fýra tíðina, tá tíðindafundur skuldi haldast.