Sita aftur og samráðast

Fiskimenn og reiðarar hittust í kvøld saman við semingsmonnunum, sum ætla at samráðast inntil nýggjur sáttmáli er undirskrivaður Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru í kvøld farin undir aftur samráðingarnar um nýggjan sáttmála.

Semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, stevndu pørtunum saman til nýtt samráðingarumfar klokkan 9 í kvøld.

Talan er um nýggja støðu, eftir at fiskimenninir siga seg vera sinnaðar til at taka spurningin um oljuna upp aftur í summar saman við hinum báðum manningarfeløgunum ? Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum.

Fiskimenninir krevja framvegis, at Reiðarafelagið í nýggja sáttmálanum ganga við til at nakað verður latið til eftirlønina hjá fiskimonnunum.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við Dag og viku í kvøld, at hann er bjartskygdur, og at hann nú roknar við, at tað verður samráðst, inntil semja verður um nýggjan sáttmála.

Samráðingarnar eru á Hotel Føroyum.