Sissoko vil til Real Madrid

Franski EM-finalisturin hevur ongar ætlanir um at halda fram í Newcastle

Heldur óvæntað flutti Newcastle niður úr Premier League í farna kappingarári. Ein av stóru stjørnunum á liðnum, Georginio Wijnaldum, er skiftur til Liverpool, og nú er møguligt, at enn ein av profilunum rýkur.

 

Talan er um franska landsliðsleikaran, Moussa Sissoko, ið spældi teir flestu av dystunum hjá Fraklandi í farna EM-endaspælinum. Søgur hava gingið um, at Real Madrid hevur verið áhugað í Sissoko, og júst spanska kongafelagið er eitt felag, sum Sissoko fegin vil umboða.

 

- Eg vóni, at Real Madrid keypir meg - eg bíði framvegis. Tá ið Real Madrid vísir áhuga verður man sjálvandi smikraður, men í løtuni eri eg Newcastle-leikari, sigur Sissoko við BBC.

 

Sissoko hevur spælt við Newcastle síðani januar 2013, og nú vil hann fegin víðari á yrkisleiðini.

 

- Eg havi verið her í skjótt fýra ár. Eg havi givið alt fyri felagið, men eg vil spæla stórar dystir, og um hetta skal bera til, so má eg skifta felag. Eg vil spæla í Premier League ella í einum felagi, ið hevur møguleika at spæla í Champions League. Tann møguleikan fái eg ikki her, sigur Sissoko víðari.

 

Newcastle hevur tó allan trumfin á síni hond, tí at sáttmálin hjá Sissoko við Newcastle er galdandi til summarið 2019.