Sissal og Robert til Føroya um vikuskiftið

Big Brother parið, Sissal og Robert, fara at royna seg sum barrvørðar á Eclipse komandi vikuskiftið

Komandi vikuskiftið leggja Big Brother parið, Sissal og Robert, leiðina til Føroyar. Tey hava játtað at hjálpa til í barrini á dansistaðnum, Eclipse, bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Tað er ikki fyrstu ferð, at luttakarar frá reality sendingum í Danmark vitja í Føroyum. Undan Sissal og Robert, hava bæði luttakarar frá Big Brother og Barrini roynt seg sum barrvørðar á dansistøðum í Havn.