Yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann, Sunnudagsland er tilnevnt norðurlendsku bókmentavirðislønirna. Vinnararnir av virðisløninunum verða kunngjørdir í Helsinki, Finnalndi 1. november í ár.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út savnið eftir Sissal Kampmann, og Sunnudagsland er fimta savnið, sum Sissal letur úr hondum.
Sissal Kampmann fekk í 2012 debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini.
Tey, sum annars eru í uppskoti úr hinum Norðurlondunum, eru:
Danmark
Vivian hjá Christina Hesselholdt. Skaldsøga.
Erindring om kærligheden hjá Kirsten Thorup. Skaldsøga
Finnland
Oneiron hjá Laura Lindstedt. Skaldsøga,
De tysta gatorna hjá Tomas Mikael Bäck. Yrkingasavn
Ísland
Frelsi hjá Linda Vilhjálmsdóttir. Yrkingasavn.
Og svo tjöllum við okkur í rallið: bókin um Thor ("Og så trille, tulle, ruller vi") hjá Guðmundur Andri Thorsson. Persónslýsing.
Noreg
Arv og miljø hjá Vigdis Hjorth. Skaldsøga
Termin. En fremstilling av vold i Norge hjá Henrik Nor-Hansen. Skaldsøga.
Svøríki
Djupa, kärlek, ingen. Dikter 1992-2015 hjá Ann Jäderlund. Yrkingasavn,
Anteckningar om hö hjá Birgitta Lillpers. Yrkingasavn
Áland
Jag är Ellen hjá Johanna Boholm. Prosalyrisk frásøgn.