Í Sement endaði Sissal sum nummar tvey, men bólkurin stóð ovast, tá G! valdi sítt navn milum finalistarnar.
Sissal flutti heim til Føroya í 2012 eftir eitt ár á tónleikaskúla í
London. Hon fór undir at samla tónleikarar í ein bólk at spæla teir
sangir, sum hon tá hevði skrivað.
Seinasta ári hava konsertirnar verið fleiri enn áðrenn, m.a. var ein
dupultkonsert í Gøtu og í Reinsarínum, eins og tey hava spælt til
mentanartiltak í Perluni.
Í bólkinum eru:Sissal Grækarisdóttir Magnussen, rødd! Ólavur Gaard, gittar, Árni Jóhannesson, bass, Kristian Pauli Ellefsen, tangentar, Hjørtur Pætursson Háberg, trummur.