Sissal: Eg hevði ikki væntað at vinna

Skræðan á taskuni løgd sum við saltfiski

Føroyska Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sum rekur fyritøkuna Shisa Brand, sum mest fæst við bundnavørur, vann stóru norðurlendsku sniðgeva kappingina Blue Fashion Challenge, sum var í Østrøm 23-27 august. Hon greiðir frá, at hon ikki hevði væntað, at hon fór at vinna. 

 

 

- Eitt krav var orginalitetur. At gera eina ferðatasku er ikki tað mest orginala, so eg var í iva um krøvini vóru møtt, sigur hon.

 


- Eg hevði avgjørt áðrenn kappingin byrjaði, at fekk eg tíð til tað, so skuldi eg gera taskuna, tí tað kendi eg meg trygga við. Seint fríggjadagin byrjaði arbeiði hjá hinum luttakarunum at taka skap, og har var hvørt flottari enn annað. Tá hugsaði eg, at eg møguliga hevði ein kjans at vinna annað plássið, men vónirnar um at vinna fullu tá, staðfestir hon. 

 

 

- Eg tosaði við dómararnar aftana kappingina, og hóast hetta var ein vanlig taska, so var tað tilfarið, søgan og hátturin mynstrið varð bygt upp á, sum vigaðu nógv í avgerðini, hóast taskan er løtt og væl egnað sum ferðataska, sigur Sissal Kristiansen.

 

 

Hon hevði lagt skræðuna á sama hátt, sum hon varð løgd tá føroyingar á síni tíð útfluttu saltfisk. Hetta vigaði nógv í avgerðini hjá dómarunum, greiðir hon frá.