Árni Brattaberg sigur við In.fo í morgun, at Sirri higartil hevur tikið ímóti nærum 20 tonsum av føroyskari ull frá seyðaroytingini kring landið í summar. Móttøka hjá Sirri er á Búnaðarstovuni í Kollafjarðardali, og nú líður móti endanum.
Árni Brattaberg sigur, at seinasti móttøkudagur á hesum sinni verður leygardagin komandi klokkan 17. Móttøkudagar hesa vikuna eru annars frá 24.-29. august, og opið er frá klokkan 10-17.
- Vøra verður latin í býti fyri ullina. Tá gomul vøra verður tikin í býti, er prísurin 20 krónur fyri kilo - og tá talan er um nýggja vøru, er prísurin 10 krónur fyri kilo, sigur Árni Brattaberg.
Navia á Toftum hevur eisini tikið ímóti ull í ár, og fyritøkan hevur latið 7 krónur fyri kilo. Tey, sum hava latið ull til Navia, hava fingið gávukort, sum er galdandi í seks mánaðir, og gávukortið kann brúkast í handlunum hjá Navia á Toftum og í SMS.