Siroppur á vegin

Tað er tiltikið, tá fluga kemur føst í siropp, sleppur hon ongan veg. Men nú er siroppur saman við salti og magnesiumklorid ein tann besta loysnin til salting av vegunum

Tá nógvur kavi er, og vegirnir verða saltaðir, verður tað ofta verri at koyra, tí kavin verður eins og putisukur, verður sagt. Men ikki nokk við putisukri, tí nú er besta loysnin ein blanding av siroppi, salti og magnesiumklorid.
 
Eftir at hava saltað norsku vegirnar um veturin í meira enn 50 ár, er  Statens Vegvesen nú í ferð við at royna nakað nýtt. Talan er um eina blanding av t.d. siroppi, salti og magnesiumklorid, sum hevur verið roynd í Kanada við góðum royndum.
 
Saltið á norsku vegunum hevur verið orsøk til bæði rust á bilunum og trupulleikar við dálking av drekkivatninum. Umhvørvisfelagsskapir hava í fleiri ár mótmælt saltingini av norsku vegunum.
 
Nýggja blandingin kallast «Caliber 1000» og er eitt ”maisdestillat”, har siroppur og salt eru blandað við magnesiumklorid. Saltið er í munandi minni mongdum, enn tað sum verður koyrt á vegirnar í dag.
Magnesiumklorid hevur annars verið brúkt á norsku vegunum í mong ár.
 
Siroppinum frystur í útgangsstøðinum við umleið 0 stig, men tá hann verður blandaður við magnesiumklorid, fellur frystipunktið til minus 65 stig. Reint magnesiumklorid frystur við minus 35 stig.
 
Nógvir fyrimunir eru við nýggju blandingini, sum t.d. at siroppurin heldur sær betri enn saltið og tí ber til at koyra blandingina á vegirnar í góðari tíð, áðrenn teir verða hálir. Hetta økir eisini munandi um trygdina. Ístaðin fyri at salta vegirnar fleiri ferðir um dagin við vanliga saltinum, er tað nokk at salta annan hvønn dag við ”Caliber 1000”, skrivar norska Nettavisen.
 
Fyri bilarnar er ein stórur fyrimunur við nýggju blandingini, at teir rusta minni og halda harvið longri.
 
”Caliber 1000” er nakað dýrari at keypa enn saltið, sum verður nýtt í dag, men í longdini verður tað nógv bíligari, bæði tí tað heldur sær betri og munandi minni verður brúkt av blandingini.
 
www.nettavisen.no