Sirm sirmaði bara

Tór Verland var ikki mettur av tónleiki, tá Safir góvust at spæla. Tí mannaði hann ein bólk, sum hann kallaði Sirm. Bólkurin var fyri tað mesta mannaður við útlendingum, og teir fóru í holt við at gera eina fløgu við tónleiki hjá Tór Verland.

 
 
Fløgan varð útgivin í Føroyum í 1999, og bólkurin spældi eina minniliga konsert á jazzfestivalinum í Tórshavn. Serliga var tað tann garrvilli hammondsnillingurin, ið fekk føroyingar at gapa, hann lyfti Hammond Orgli upp í luftina og slepti tí niður aftur við einum braki. Konsertin var garrvill, men somuleiðis tann einasta hjá Sirm.
 
Eg hevði brúk fyri at royna at gera tónleik við einum bólki. Tí tað er sera gevandi, um tú megnar at fáa eitt tónlistarligt samstarv í lag við tónleikararnir. Men eftir Sirm fløguna var eg rættiliga sperdur. Eg orkaði stutt sagt ikki at fylgja plátuna upp við konsertum og øðrum, við síðunar av mínum lesnaðin á Århus Universitet.
Av tí sama haldi eg heldur ikki, at hon gjørdist líka væl dámd sum Safir plátan, men eg eri sjálvsagt glaður fyri, at eg fekk útgivið eina plátu við mínum løgum sigur Tór Verland. <S$?$end$!$</S$?$end$!$<BR>