Sirkus Arena er ivaleyst tað sirkusið, ið oftast hevur vitjað her í Føroyum. Í ár hevur danska sirkusið havt 50 ára jubilum, og tí hevur verið gjørt serliga nógv burtur úr sýningunum hjá sirkusinum. Hetta hevur eisini sæðst aftur á talinum av áskoðarum, sum í ár hava verið ikki færri enn 300.000 í tali.
Fýra sýningar
Danska sirkusið kemur til Føroyar mikudagin í komandi viku, og tann fyrsta av teimum íalt fýra sýningunum í Føroyum verður longu hóskvøldið. Tá verður sýning í høllini í Trongisvági. Fríggjakvøldið verður sirkusið í Havn, leygardagin í Klaksvík og seinasta sýningin verður sunnudagin í høllini í Runavík.
Sýningarnar í Føroyum verða áleið tveir tímar langar, og áskoðararnir fáa høvi at uppliva eitt nú ballónklovnina Samson, meistaraskjúttan Cowboy Joe, og sum ein heilt serligan gest hevur Sirkus Arena fingið navnframa Dario Campeotto við á rundferð. Hesin fer at framføra eina heilt serliga Kim Larsen parodi.
Umframt teir omanfyri nevndu verða fleiri aðrir luttakarar, so sum Pjerrot og sirkusstjórin Benny Bardino, ið hevur vitjað í Føroyum óteljandi ferðir.