Í morgin klokkan 16 verður sirkus at síggja í Tinghúsgarðinum í Havn. Ikki eitt av hesum stóru við rossum og fílum og øllum slíkum, men eitt lítið sirkus, sum kanska meira er ein sjónleikarabólkur, sigur Tórshavnar Býráð í tíðindaskriviCirkus Lice de Luxe er stovnað í 2002 og hevur heimstað í Barcelona í Spania. Kortini eru tað norðurlendingar, sum manna bólkin, ið telur trý fólk. Tey sýna fram undirhald, sum bæði er fyri vaksin og børn. Eitt øðrvísi sirkus kunnu tey vænta, sum fara at hyggja at framførsluni.
Cirkus Lice de Luxe er á rundferð í Europa, og framførslan í Føroyum er í samband við Íslandsferð hjá bólkinum.
Framførslan, sum verður í Tinghúsgarðinum niðri við gongugøtuna í Havn, er ókeypis. Tað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna, sum stuðla tiltakinum.
-áki-