Sirkus Bio vísir Føroya fyrsta spælifilm

Tvey tey næstu Sirkus Bio-týskvøldini bjóða tey tveir spælifilmarnar hjá Katrini Ottarsdóttir, sum í seinastuni er komin út við dokumentarunum um Hans Paula Olsen, Tórodd Poulsen og Jóanes Nielsen. Tann fyrri filmurin, sum verður vístur í kvøld, týskvøld 9. februar, er fyrsti veruligi spælifilmurin í føroyskari søgu, Atlantic Rhapsody. Týsdagin í næstu viku verður tað Bye, Bye Bluebird.

 

Atlantic Rhapsody er frá 1989 og vísir 52 ymsar myndir ? ella søgur ? úr Tórshavn. Til dømis ein pápa og eina dóttir, sum eta morgunmat, ímeðan nakrir sløkkiliðsbilar koyra framvið. Ein kona og barnið hjá henni hyggja at eldinum og møta einum giftum pari, sum heilsa uppá ein mann, ið fer út við bátinum hjá sær... og soleiðis halda søgurnar fram.

 

Filmurin varð frumsýndur í 1989 og slegði tá øll met. Til dømis vóru fleiri og hugdu eftir Atlantic Rhapsody enn eftir amerikanska stórfilminum Out of Africa, ið varð vístur um sama mundið. Sjálvt um filmurin eydnaðist væl, er hann ongantíð enn blivin útgivin á DVD og hevur tí verið sera ringur at fáa fatur á. Burtursæð frá at verða vístur í Havnar Bio í fjør, er hetta uttan iva fyrstu ferð, at mong fáa møguleikan at síggja hann.

 

 

Við í Atlantic Rhapsody spæla eitt nú Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Elin K. Mouritsen, Katrin Ottarsdóttir sjálv, og so sær mann eisini løgmann, Kaj Leo Johannesen, sum stuntkoyrara, og tónleikaran, Búa Dam, sum smádrong.

 

Filmurin byrjar klokkan 21.00 ? í kvøld í Sirkus.