Sirkus Arena fer víðari

Sum síðsta stað á Føroyavitjanini vitjaði Sirkus Arena í gjárkvøldi í Klaksvík. Og framsýningin har var líka væl vitjað sum tær í Havn og Runavík. Sirkus Arena er stórsta sirkus í Danmark, og eftir at hava verið Danmark runt í summartíðini, hava tey nú vitjað í Grønlandi og Føroyum.

Nógv fólk hava verið til framsýningarnar, og bæði børn og vaksin lótu seg hugtaka av skemti, gandi og akrobatiskum kynstri.

Børnini róptu og flentu og sloppu at hjálpa gandakallum og klovnum.

Sí annars myndafrásøgn