- Hetta hevur víst okkum, hvussu ræðuligu avleiðingarnar eru av manglandi vitan um sálarsjúkur. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtur. Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon vil nú hava Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum at greiða løgtinginum frá illa umstrídda málinum um íbúðirnar á íslandsvegnum, sum Almannaverkið og Bústaðir høvdu ætlað, at sálarsjúk skuldu flyta inn í, men sum tey nú hava mist.
Tí vil tingkvinnan hava Anniku Olsen at greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum datt niðurfyri.
Hon vil eisini hava at vita um tað er rætt, at undirskriftir hava broytt ætlanina, ella hevur Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin gjørd.
Men so vil Sirið Stenberg eisini hava at vita um Almannamálaráðið ætlar at flyta ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við serligum avbjóðingum til Bústaðir?
Sirið Stenberg sigur, at hon varð skakað av av tíðindunum um ætlanin at útvega ungum fólkum við sálarsjúku bústað á Íslandsvegnum er farin fyri bakka.
Vit skulu vera eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, og sum eisini kann bjóða øllum fólkum virðiligar og mennandi umstøður. - Henda hugsan má síggjast aftur í veruligum átøkum, sum geva fólki falskar vónir um einar Føroyar fyri øll.
Les eisini: Íbúðirnar við Íslandsvegin komnar í tingið
- Tað hevur eisini verið víst á, at onkur av fólkunum, sum skuldi fáa bústað á Íslandsvegnum, høvdu fingið at vita, at tey skuldu fáa bústað á Íslandsvegnum, og vóru farin at fyrireika seg at flyta inn.
Les eisini: Hetta er ser syrgiligt
- Hesi menniskju eru nú sjálvsagt sera vónbrotin, og føla seg svikin - enn einaferð.
- Søgan hevur víst okkum ræðuligu avleiðingarnar av manglandi vitan og stigmatisering av sálarsjúkum. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtu
Les eisini: Ongar undirskriftir ímóti sálarsjúkum
Sirið Stenberg heldur, at tað almenna má ganga á odda og vera vegvísari fyri, hvussu vit í føroyska samfelagnum vísa í verki, at vit eru eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum, sigur Sirið Stenberg.
|










