Sirið Stenberg er ógvuliga stúrin

Tað er ómetaliga órógvandi, at spurningur verður settur við trúvirðið hjá Anfinni V. Hansen, longu áðrenn kanningin er byrjað, sigur forkvinnan í Landsstýrismannanevndini

Hetta er ómetaliga órógvandi og óheppið!

 

Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini er ikki trygg við støðuna, nú Løgtingsformaðurin hevur sett Anfinn V. Hansen, løgfrøðing, at kanna leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni.

 

Síðani eru fleiri spurningar settir við trúvirðið hjá kanningarstjóranum.

 

Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at hann hevur sitið á Løgtingi eitt skifti sum varamaður fyri Fólkaflokkin.

Hann er eisini formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta, sum var upp á tal at seta pening í Eysturoyartunnilin.

Sirið Stenberg vísir somuleiðis á, at Annfinn V. Hansen eisini formaður í Gjaldsstovuráðnum og so er spurningurin um hann sostatt er ein partur í fyrisitingini, sum kanningarstjórin ikki skal vera.

 

Sirið Stenberg leggur dent á, at hon kennir ikki kanningarstjóran og hevur onga meining um hann sum løgfrøðing.

 

Men hon heldur, at tað er heilt ómetaliga óheppið, at ivi verður sáddur um trúvirðið hjá kanningarstjóranum, longu áðrenn kanningin er farin ígongd, sigur hon.

 

Hon staðfestir, at ein orsøk til at Landsstýrismálanevndin vildi hava kanningarstjóra, var fyri at kanna um nakað ólógligt var farið fram.

 

- Men ætlanin við kanningini var avgjørt eisini at fáa eina óhefta kanning við tí endamáli at endurvinna álitið á politisku skipanina, sum vit føldu, var fokið.

 

Men nú ivi er sáddur um trúvirðið hjá kanningarstjóranum longu áðrenn kanningin er farin ígongd, er vandi fyri, at ivi eisini fer at verða sáddur um úrslitið av kanningini, sama, hvat tað verður.

 

- Og so eru vit aftur í somu støðu, sum vit ætlaðu, at kanningin skuldi sleppa okkum burtur úr, nevniliga, at misálit er á politisku skipanina.

 

Skuldi mannagongdin havt verið øðrvísi, tá ið kanningarstjórin varð settur?

 

- Løgtingsformaðurin hevur heimild at seta kanningarstjóran. Hinvegin er tað  ógvuliga viðbrekið, tá ið eitt fólk setir kanningarstjóran einsamøll.  Men tað setir so enn størri krøv til løgtingsformannin, at hann ger sær ómak at finna rætta kanningarstjóran.

 

Skuldi kanningarstjórin verið funnin uttanlands?

 

- Tað hava vit sæð í onkrum føri, sigur Sirið Stenberg.