Sirið spyr um ferðaseðlakostnað

Hon vil hava at vita frá Jóhan Dahl, nær samtykta uppskotið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin fær virknað.

Hon vil hava at vita frá Jóhan Dahl, nær samtykta uppskotið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin fær virknað.

 

Hon spyr eisini um, hvussu nógvur peningur at játtaðu 1,5 milliónum krónum er brúktur og hvussu langt ber til at røkka  fyri tað, ið eftir er í 2014.

 

Í viðmerkingunum vísir Sirið Stenberg á, at tað var í mars 2012, at eitt samt løgting samtykti eina javnsetan av ferðaseðlakostnaðinum.

 

- Á fígglógini fyri 2014 vórðu avsettar 1,5 millión kr. til endamálið. Nú gott tríggir mánaðir eru eftir av árinum, er javnsetanin framvegis ikki komin í gildi á øllum farleiðum, vísir Sirið Stenberg á.

 

- Nú víst hevur verið á í miðlunum, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki kemur at røkka í ár, og at eykajáttanarumbøn er ávegis, er áhugavert at fáa upplýst, hvussu nógvur peningur er nýttur til javnsetan av ferðaseðlakostnaðinum í 2014, og hvussu langt tað ber til at røkka fyri játtanina á 1,5 milliónir krónur, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum.