Tað gav Halldis Joensen ein hvøkk, tá hon hoyrdi Sirið Stenberg tosa um demensætlanina í tíðindunum í Kringvarpinum í dag.
- Tað harmar meg almikið, hvussu lítið landstýrisfólkini eru inni í demensætlanini. Siri Stenberg hevur miskilt demensætlanina og hvar eru tey, sum skulu vegleiða Siri? Hennara fólk vóru í fylgibólkinum, spyr Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum og eisini limur í bólkinum.
Sirið Stenberg segði við Kringvarpið, at demensætlanin ikki var relevant longur, tí eldraøkið nú var lagt út til kommunurnar.
- Hettar er púrasta misfatað. Tað er øvugt. Ein demensætlan fyri Føroyar skuldi gerast, tí eldraøkið skuldi út til kommunurnar at umsita frá 1 januar 2015, sigur Halldis Joensen, sum eisini fýlist á, at Sirið Stenberg sigur, at demensætlanin er frá 2012.
- Arbeiðsbólkurn varð settur í 2013 og varð demensætlanin handað í februar 2015 og arbeitt bleiv við henni, líka til hon bleiv handað, skrivar Halldis Joensen.
Løgtingið samtykti í nátt at játta 250.000 krónur til demensøkið, hóast eingir pengar vóru settur av til málið í fyrsta uppritinum av fíggjarlógini.
Halldis Joensen, harmaðist undan jólum almikið um, at eingin peningur var settur av til at arbeiða víðari við tilmælunum frá demensætlanini. Hon gleðist nú um at løgtingið hevur játtað 250.000 krónur til arbeiðið, men vísir tó á, at tað enn er alt ov lítið.
- Enn einaferð, hornasteinurin í demensætlanini er ”demensdepilin”, sum kostar 2,25 milliónir at seta á stovn og á leið hálva millión at reka árliga. Vit vildu mett at 1 millión var nokk fyri 2016. Tí vil Alzheimerfelagið heita á landstýrið, um at finna fleiri pengar til demensdepilin. Um ikki annað, so at eitt fólk - kann burturav arbeiða við, at fáa demensdepilin settan á stovn, skrivar Halldis Joensen.