Sirið fer til Liverpool at stuðla Reiley

Tá Rani Petersen alias Reiley fer á pall í Eurovision hóskvøldið verður mentamálaráðfrúan millum áskoðararnar

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í samrøðu við Kringvarpið.

Hon fer til Liverpool fyri at stuðla føroyinginum, sum skal umboða Danmark í ársins Eurovision sangkappingini.

Við Kringvarpið sigur hon, at hon eisini fer á ein fund, har kjakast verður um, hvussu lond kunnu brúka Eurovision sangkappingina sum marknaðarføring. Eisini fer hon at kanna, um og hvussu Føroyar kunnu luttaka í Eurovision sangkappingin, hóast vit ikki eru sjálvstøðugt land.