Sirið Stenberg vil skipa ein fólkaheilsumyndugleika

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um formliga yvirtaka landslæknaembætið

Landslæknin skal - undir føroyskum málsræði - hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Harumframt er ætlanin, at landslæknin hevur eftirlit við stovnum á heilsuøkinum og eftirlit við heilsustarvsfólki.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um formliga at yvirtaka hesi málsøkini:

 

Landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað. 

 

 

Tørvur á sterkur fakmyndugleika

 

Í viðmerking til yvirtøkuna sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at hon metir, at tørvur er á at fáa ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum.

 

Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Føroyski landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum, sum eisini kemur at fevna um Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, umframt møguliga aðrar viðkomandi stovnar á heilsuøkinum.

 

 

Autorisatiónslógin verður ikki yvirtikin

 

Við hesum uppskotum verður bert tann parturin av Landslæknaembætinum yvirtikin, ið snýr seg um ráðgeving av almennum myndugleikum og eftirlit við heilsustarvsfólki og stovnum á heilsuøkinum.

 

Málsøkið viðvíkjandi autorisatión av heilsustarvsfólki, autorisatiónsskrásetingin, almennar heilsuverkstænastur og klagur- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið verður ikki yvirtikið í hesum umfari.

 

Freistin at senda inn hoyringssvar til lógaruppskotini er mánadagin tann 28. januar 2019.