Sirið Stenberg er øgiliga hørm

Tað liggur henni tungt á hjartað at fáa viðurskiftini hjá kvinnum við bróstkrabba í eina trygga legu, nú ein avgerð hjá Landssjúkrahúsinum hevur elvt til stúran og ótta

– Eg fari at fylgja málinum væl við og eg fari eisini at streingja á fyri at at finna eina dygdargóða loysn sum skjótast

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu verður við viðgerðartilboðum til kvinnur við bróstkrabba, nú Landssjúkrahúsið hevur slitið samstarvið við íslendska serlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson.

 

Hann hevur viðgjørt nógvar føroyskar kvinnur fyri brostkrabba og eftir tí, sum er komið fram, hava tær bara alt gott at bera honum og tær føla seg at vera í tryggum hondum.

 

Sirið Stenberg sigur, at hon harmast almikið um støðuna, nú ógreiða, órógv og ótryggleiki hava tikið seg upp um viðgerðartilboð til kvinnur við krabbamein í bróstunum.

 

Herfyri kom fram, at samstarvið ímillum íslendska serlæknan í bróstkraba, Kristján Skúli Ásgeirsson, og føroyska sjúkrahúsverkið skuldi halda uppat.

 

Sirið Stenberg sigur, at orsøkin til hetta er, at fyrr í heyst varð íslendski skurðlæknin kunnaður um, at Landssjúkrahúsið var í samráðingum við Herlev Sygehus í Danmark um at veita sjúklingum í Føroyum við bróstkrabba eitt samanhangandi viðgerðartilboð. Hetta er tað, tey nevna ein viðgerðarpakka .

 

Kristján Skúli Ásgeirsson boðaði Landssjúkrahúsinum frá, at hann tók hetta sum at Landssjúkrahúsið segði avtaluni við hann, upp, sigur Sirið Stenberg. Og við tað, at uppsagnarfreistin í avtaluni er tríggjar mánaðir, metir Kristján Skúli Ásgeirsson at hann er leysur av øllum skyldum mótvegis føroyska sjúkrahúsverkinum tann 1. februar.

 

Sirið Stenberg sigur, at leiðslan fyri Landssjúkrahúsið hevur alment boðað frá, at tey ætla at viðgera støðuna við Kristján Skúla Ásgeirsson so skjótt hann er aftur í Føroyum, og tað er hann helst longu í næstu viku. Somuleiðis hevur leiðslan fyri Landssjúkrahúsið boðað frá, at hon fer at skipa fyri fundi ímillum Ríkissjúkrahúsið, Krabbameinsfelagið og sjúklingar um viðgerðinafyri bróstkrabba.

 

Tá ið hesir fundir hava verið, fer leiðslan fyri Landssjúkrahúsið at taka endaliga støðu til, hvussu viðgerðartilboðið til kvinnur við krabbamein í bróstunum, skal skipast frameftir.

 

– Tað liggur mær tungt á hjarta at fáa hesi viðurskiftini í tryggar og varandi karmar so skjótt sum yvirhøvur til ber, sigur Sirið Stenberg.