Løgtingskvinnan Sirið Stenberg hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni ein fyrispurning um serundirvísing.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Sirið Stenberg, at játtanin til skipanina, sum annars er góð, ikki altíð hevur fylgt við. Lærarar eru ørkymlaðir, og tað frættist javnan um børn, sum ikki fáa nøktandi tímatal i mun til tørvin.
Dømi eru um, at familjur ikki hava annan valmøguleika enn at flyta av landinum, tí børn teirra ikki fáa neyðugu hjálpina.
Sirið Stenberg spyr millum annað, hvør hevur ábyrgdina av at skipa skúlatilboð til børn við serligum tørvi í fólkaskúlanum.