Sirið Stenberg fer at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein fyrispurning um fíggingina av eldraøkinum, tá ið tað verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2014.
Hvør verður fíggjarleisturin, og er nakað samskifti við kommunurnar í løtuni um framtíðarfígging av eldraøkinum? spyr hon.
- Nær kunnu kommunurnar vænta eina greiða útmelding av fíggingini av eldraøkinum ?
Sirið Stenberg vil eisini vita, hvussu nógvar milliónir krónur fara at fylgja við frá landinum til kommunurnar, tá ið eldraøkið verður lagt út, og hvussu er ætlanin at loysa spurningin við ymisku skuldini, kommunurnar hava orsakað av verandi íløgum í eldraøkinum.
Sirið Stenberg heldur, at hetta mugu kommunurnar og borgararnir annars skjótt hava at vita. Ósvaraðu spurningarnir eru nógvir.
- Við verandi tænastu í dag eru stórir manglar á økinum. Eldrarøktin er somuleiðis í fíggjarlógaruppskotinum sett at spara 12 milliónir yvir komandi 3 árini. Tì er eisini neyðugt hjá kommunum at vita, um roknast kann við eini upphædd sum borgar fyri fullari tænastu, ella um ætlanin er at leggja økið út við tí kostnaði, sum verður galdandi áleið 1 jan í 2014.
Sirið Stenberg nevnir eisini, at fleiri kommunur hava gjørt stórar íløgur í eldraøkið, aðrar hava einki gjørt, og hetta skapar ójavna.










