Sirið skal - men ikki Kristina

Bill Justinussen heldur, at landsstýriskvinnurnar hjá Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Kristina Háfoss, byggja á ymiskt grundarlag.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, munnligan fyrispurning um hjúnabandslógina. Spurningarnir hjá løgtingsmanninum eru fimm í tali.

 

Í fyrsta lagi spyr Bill Justinussen, hvør hevur álagt landsstýriskvinnuni at samráðast við danskar myndugleikar um broytingar í hjúnarbandslógini, og løgtingsmaðurin spyr eisini, um broytingarnar í hjúnarbandslógini eru partur av avtalaða politikkinum hjá samgonguni.

 

Í triðja lagi spyr løgtingsmaðurin, hví einki stendur í samgonguskjalinum um broytingar í hjúnarbandslógini, og hann spyr í fjórða lagi, um landsstýrisfólk kunnu arbeiða við málum, sum ikki eru avtalað í samgonguskjalinum.

 

Í fimmta lagi spyr Bill Justinussen, um broytingaruppskotið, sum varð samtykt í løgtinginum, sigur nakað um, at  Sirið Stenberg skal átaka sær nakra uppgávu í hesum sambandi.

 

- Tað eru fleiri, sum hava varnast, at einki stendur um broytingar í hjúnabandslógini í samgonguskjalinum. Tí undrar tað almikið, at Sirið Stenberg við lív og sál arbeiðir við hesum máli, sum ikki er partur av avtalaða samgongupolitikkinum.

 

Bill Justinussen sigur, at tá hann fyri stuttari tíð síðan spurdi Kristinu Háfoss, hví hon ikki arbeiðir við at yvirtaka fíggjareftirlitið, svaraði hon, at tað ikki er partur av samgonguskjalinum.

 

- Altso, at landsstýrisfólk ikki arbeiða við málum, sum ikki eru avtalað í samgonguskjalinum. Hesar báðar tjóðveldiskvinnurnar byggja á ymiskt grundarlag.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at tann eina arbeiðir við fullari megi við einum máli, sum ikki er samgongumál, meðan hin ikki tekst við slíkt, sum ikki er samgongumál.