Siri skal leiða City Tórshavn

City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiðara

Tað verður Siri S. Hansen, sum tekur yvir sum leiðari í City Tórshavn frá 1. november, eftir at Súsanna Sondum hevur røkt starvið í nærum 20 ár.

 

City Tórshavn, sum er partur av Visit Tórshavn undir leiðslu av Tordis K. á Rógvi Biskopstø, røkir tann kommersiella partin, so sum Mentanarnáttina, handilsvinnuna, Havnarkortið, Matstovudagar og mangt annað. Siri skal sostatt samskipa tiltøk og skapa virksemið, lív og trivnað í býnum, handilsvinnuni, tænastuvinnuni, ferðavinnuni, vitjandi og borgarum at gagni.

 

Hóast nýggj í starvinum, hevur Siri drúgvar royndir úr m.a. handilsvinnuni og ferðavinnuni, har hon hevur samskipað tiltøk og átøk, arbeitt við sølu, samskifti, marknaðarføring og PR annars. Hon kemur við einari breiðari bakgrund bæði sum marknaðarleiðari og samskipari hjá SMS, og ábyrgdarblaðstjóri hjá Kvinnu