Eru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, førar fyri at stjórna okkara heilsuverki. Tað er spurningurin, Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, nú fer at reisa í Løgtinginum.
Og í hesum sambandi fer hann rætt og slætt at spyrja Sirið Stenberg um hon sjálv metir, at verandi leiðsla í heilsumálaráðnum, bæði tann fyristingarliga og tann politiska, er før fyri at stýra heilsuverkinum í tí stóru kreppu tað er endað í – og annars yvirhøvur. Og tað er ein spurningur, Sirið Stenberg nú skal svara alment, og greiða Løgtinginum frá, hvussu hon metir støðuna.
Jenis av Rana vísir á, at hesi seinastu árini hevur ovurhonds stór framgongd verið í samfelagnum, men týdningarmikla heilsuverk okkara, herundir sjúkrahúsini, tykist ikki hava fingið nøktandi lut í hesi framgongd.
Hann nevnir sum dømi, at síðsta summar, og í heyst, helt Landssjúkrahúsið uppat senda aðrar sjúklingar, enn teir, sum vóru álvarsliga sjúkir, av landinum til serviðgerð.
– Omaná alt hetta kemur so dagsins veruleiki, har sjúkrahúsverkið tykist verða slept upp á fjall. Leiðandi stjórin hevur sagt seg úr starvi, felagið fyri sjúkrarøktarfrøðinga talar at, umframt at fyrrverandi læknastjórin vísir á skeivu gongdina. Og harafturat hava starvsfólk í heilsuverkinum í hundraðtali skriva undir mótmælisskriv.










