- Eg fari at royna í eina tíð afturat at finna semju.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Í gjáramorgunin var fundur í Heilsumálaráðnum, har umboð fyri allar flokkar, landslæknin, stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, um at leggja øll tey trý sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu.
Vit frætta av fundinum, at stjórin á Landssjúkrahúsinum og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi seta seg ikki ímóti tí.
Men tað ger stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í gjár segði Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at hann ræðist fyri, at verða øll trý sjúkrahúsini løgd undir eina leiðslu, fara tey smáu sjúkrahúsini at verða niðurlagað, til tey at enda verða avtikin, serliga Klaksvíkar Sjúkrahús, tá ið tað verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin.
Sirið Stenberg ásannar, at ongin støða varð tikin á fundinum í gjáramorgunin. Men hon heldur kortini at støðan er mýkt nógv frá fyrr av, tí higartil hevur tað als ikki borið til so mikið sum at taka tað upp á tunguna at leggja sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu.
- Nú eru vit komin hartil, at tað ber til at tosa um hesi viðurskifti, og eg eri í hvussu so er komin til ta niðurstøðu, at tað er rætt at brúka meiri tíð í hesi tilgongdini í eini roynd at mýkja støðuna fyri at finna eina semju um hetta, sigur hon.
Tí verða fleiri fundir í næstum um at skipa sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Men sjálvandi koma vit einaferð hartil, at vit noyðast at skera ígjøgnum, ásannar landsstýriskvinnan.
Men hvør tann støða verður, kann hon ikki siga nakað um, tí allir møguleikar eru opnir. Ein møguleiki kann eisini vera, at Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús verða løgd saman undir eina leiðslu, og so liggur Klaksvíkar Sjúkrahús uttanfyri.
- Sjálvandi er tað ikki meiri enn næstbest, men eg haldi ikki, at vit kunnu útihýsa nøkrum møguleika, sigur landsstýriskvinnan.
Sjálv hevur Sirið Stenberg eisini verið ímóti at leggja sjúkrahúsini saman, men hon sigur, at støðan er broytt, tí nú er samanleggingin ein partur av eini menningarætlan fyri øll tey trý sjúkrahúsini.
Og hon leggur dent á, at hóast talan verður um eina yvirskipaða leiðslu, fara tey bæði smáu sjúkrahúsini at varðveita sínar lokalu leiðslur og tey smáu sjúkrahúsini fáa eisini framvegis hvør sína játtan.
- Á fundinum hósmorgunin kom fram, at sum støðan er nú, eru tað nøkur viðurskifti, sum eru ring at samskipa ímillum tey trý sjúkrahúsini, tí alt skal samskipast ímillum tríggjar leiðslur.
- Og tá ið tað verður ført fram av teimum, sum hava við tað at gera, er tað ein spurningur, vit mugu taka við í viðgerðini, sigur landsstýriskvinnan.
Hon vísir á, at eisini í Danmark og í Íslandi eru tað fleiri sjúkrahús, sum hava eina felags leiðslu.