Tann 1. desember fær Kvinna nýggjan blaðstjóra. Nýggi blaðstjórin er Siri Hansen.
Siri er útbúgvin cand. pæd. í sociologi. Hon skrivaði høvuðsritgerðina um umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Ritgerðin førdi drúgt kjak við sær í føroysku miðlunum.
Siri flytur heim úr Danmark, har hon hevur arbeitt sum verkætlanarleiðari við truplum ungum í Valby og Ishøj. Áðrenn hetta arbeiddi hon í
Margarinfabrikkini og stóð millum annað fyri tónleikatiltakinum Asfalt.
Siri Hansen er 33 ára gomul, mamma at 1 ára gomlu Tinku, og skal giftast við Tróndi Hentze Sørensen tann 29. desember.
- Hetta er mítt dreymastarv. Eg haldi tað er fantastiskt, at vit hava okkara egna kvinnublað í okkara lítla landi. Mítt stóra áhugamál er kvinnan í Føroyum. Hvørjar eru vit? Hvat gera vit? Vit liva allar ymisk lív. Vit taka allar ymisk val. Vit hava allar eina serliga og áhugaverda søgu. Og hesar søgurnar gleði eg meg at fortelja. Mær dámar væl Kvinnu, men sjálvandi fari eg at gera nakrar broytingar, sigur Siri.
Siri avloysir Annleyg Lamhauge, sum hevur verið blaðstjóri á Kvinnu seinastu 4 árini.
- Hesi fýra árini hava verið spennandi og avbjóðandi. Vit hava hóast fíggjarkreppuna megnað at styrkt okkara brand við millum øðrum stóru Kvinnurenningini, sum hevur norðurlendskt met, og einum heilt nýggjum samleika, sum gjørdist veruleiki í vár. Eg kenni Siri og veit, at eg trygt kann lata henni ábyrgdina av Kvinnu, sigur Annleyg Lamhauge.
Blaðið Kvinna er skjótt átta ára gamalt og 61. útgávan kemur út í dag. Fyrsta blaðið, sum Siri fær ávirkan á, verður blaðið, sum kemur út í februar komandi ár.