Á bygdaráðsfundi 12. januar 2016 samtykti Hvalbiar kommuna at seta Siri Næs Olsen sum leiðara fyri dagstovnaøkið. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur seinastu 10 árini starvast sum leiðari og námsfrøðingur í frítíðarskúlanum - Smæruni - hjá Tvøroyrar kommunu.
Siri er ættað úr Hvalba, men er búsitandi í Trongisvági, og hon byrjar í starvinum hjá Hvalbiar kommunu longu í hesi vikuni. Fimm umsóknir vóru til starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Hvalbiar kommunu.
Kommunan hevur fram til 1. januar 2016 havt samstarv við Tvøroyrar kommunu um barnaansingarøkið, men nú er hetta samstarv sagt upp.
Hvalbiar kommuna byggir í løtuni barnagarð, sum ætlandi verður liðugur um ársskiftið 2016/ 2017. Barnagarðurin, sum fer at liggja um einar 11 miljónir krónur, er ein hin størsta einstaka verkætlanin hjá Hvalbiar kommunu, síðan skúlin og grótkastið vórðu bygd.
Trúgvi Gudmundarson hevur áður sagt við In.fo, at barnagarðurin verður umleið 600 fermetrar stórur, og her verður pláss fyri tilsamans 60 børnum í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.
- Vit hava ongar trupulleikar við at fíggja íløguna, og íløgan fer ikki at tyngja um raksturin hjá kommununi nakað serligt, tí stovnurin fer samstundis at spara kommununi nógvan pening, sigur borgarstjórin.