Kreppa er í VEKS-samstarvinum millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu, aftaná at Vestmanna kommuna hevur samtykt á bygdaráðsfundi, at tey ikki ynskja at vera partur av samstarvinum longur. Orsøkin skal vera ein ósemja um fíggjarliga partin, ið kommunan rindar.
Vestmanna kommunu hevur sent hinum kommunum í samstarvinum og Heilsu- og Innlendismálaráðnum eitt skriv, har kommunan boðar frá, at hon ynskir at taka seg úr samstarvinum innan eldrarøktina og heimatænastuna.
Ein slík uppsøgn av samstarvinum letur seg tó ikki bara. Sambært løgtingslógini um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., so skal Vestmanna kommuna helst samstarva við hinum kommununum í Vágum og Norðstreymoy.
Um tað ikki letur seg gera, so ásetur lógin, at kommunala samstarvsøkið skal vera í minsta lagi 3.000 íbúgvar.
Men sum Miðlahúsið skilur, so hevur Vestmanna kommuna heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið, um at loyva kommununi úr samstarvinum.
Harvið liggur bólturin hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, ið nú skal taka støðu til, um hon skal eftirlíka ynskinum hjá Vestmanna kommunu.










