Kendi fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá enska landsliðnum, Sir Bobby Robson, tapti í dag langa dystin móti krabbameini, 76 ára gamal. Robson man vera best kendur frá HM í 1986, tá hann leiddi Ongland til endaspælið, og tað er ikki til at siga, hvat hevði hent, um »Guðs hond« ikki hevði steðga onglendingunum.
Flest øll munnu minnast 22. juni 1986, tá Ongland og Argentina leiktu fjórðingsfinalu á Azteca Stadium í Mexico City. Seks minuttir inn í seinna hálvleik spælir Maradona 1-2 við Jorge Valdano, men Steve Hodge fær fótin á bóltin, sum í einum boga fer inn móti málinum. Peter Shilton loypir út úr málinum at taka bóltin, men Maradona er hildin fram at renna. Báðir leikarar loypa upp og á óforkláriligan hátt verður Maradona hin hægri, og Argentina er á odda 1-0. Teir vina síðani dystin 2-1, men tað gingu mong ár, áðrenn Maradona viðgekk tað, sum øll onnur sóu á sjónvarpsmyndunum nevniliga, at Maradona nýtti hondina at »skalla« við.
Seinni hevur Maradona sagt, at tað var Guðs hond, sum skoraði málið.
Sir Bobby Robson byrjaði sum managari á klubb-støði í Ipswich, har hann vann FA-cuppina og UEFA-cuppina tey 13 árini, hann var managari har. Hann royndi seg síðani í PSV Eindhoven, Sporting Lisbon, Porto og Barcelona, áðrenn hann tók yvir í Newcastle United í 1999.
Allur enski fótbóltsheimurin hevur í dag heiðra Bobby Robson, sum longu í 1991 fekk staðfest krabbamein. Í nátt orkaði hann so okki meira og Ongland og allur heimurin hevur mist ein stóran fótbóltsvenjara, skriva ensku bløðini.