Sir Alex vil hava Berbatov

Eftir øllum at døma roynir Manchester United framvegis at keypa 27 ára gamla Dimitar Berbatov úr Tottenham

– Eg kann við vissu siga, at United er áhugað í Berbatov, men meira fái eg ikki sagt, sigur Emil Danchev, sum er umboðsmaður hjá spælaranum. Tað ljóðar, at ensku meistararnir hava boðið Tottenham á leið 200 milliónir krónur fyri áleyparan.