Sir Alex ávarar sínar menn

 

Sir Alex Ferguson hevur ávarað sínar menn um ikki at taka sær av løttum í kvøld, tá Schalke 04 kemur á vitjan í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Manchester United skal í kvøld bara verja 2-0 leiðsluna frá fyrru hálvfinaluni, so eru teir saman við Barcelona í Champions League finaluni 2011, sum verður leikt á Wembley í London. Manchester United hevur týdningarmiklan dyst í Premier League um vikuskiftið móti Chelsea og Sir Alex er bangin fyri at liðið hjá honum hugsar ov nógv um seinnu uppgávuna, nú tá liðið hevur meir enn annað beini í Champions League finaluni.

 

- Vit eru í somu støðu sum í fjør. Viðhaldsfólkini eru vís í at vit eru komnir víðari, men vit mugu ikki fáa somu tankar. Tað er lætt at taka sær av løttum í hesum døgum og tað eru nógv dømir um tað, segði Sir Alex Ferguson á tíðindafundi í gjár.

 

Manchester United vann fyrra dystin 2-0 og var nógv betri. Var tað ikki fyri Manuel Neuer í Schalke málinum, so var munurin væl størri. Sunnudagin tekur Manchester United ímóti Chelsea í Premier League, ið einum braki av einum dysti, sum kann gerast avgerandi fyri hvør verður enskur meistari í ár.

 

- Viðvíkjandi heimligu kappingini, so eru vit favorittar at vinna tí vit eru trý stig fremst. Tað kann tó broytast skjótt og seinasta orðið er ikki sagt enn, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Sambært bretskum miðlum, so er sannlíkt at Dimitar Berbatov og Michael Owen byrja inn í dag. Wayne Rooney hevur ein minni skaða, men sigst verða tøkur til sunnudagin.

 

Dysturin á Old Trafford byrjar klokkan 19:45 í kvøld.