- Tú kanst aldrin verða 100% vísur í slíkum støðum og hetta er ein álvarsamur skaði. Vit vóna nú, at Valencia verður tøkur aftur til feburar, sigur Sir Alex Ferguson.
Tað var í Champions League dystinum ímóti Rangers, at Antonio Valencia gjørdist illa skaddur í øklinum.
- Skurðviðgerðin gekk væl og Valencia er ein sterkur persónur, sum er við gott mót. Vit hava góðar vónir til at Valencia kemur seg eftir hendan skaðan, sigur Sir Alex Ferguson.
Antonio Valencia er tað einasti leikarin, ið Sir Alex Ferguson ikki hevur tøkan til uppgerðina ímóti arvafíggjandinum, Liverpool, sunnudagin.
- Valencia hevði eitt gott kappingarár í fjør. Hann er ein ungur leikari, sum tekur seg fram í hvørjum, men tað var sjálvandi ein strika í rokningini, at hann gjørdist skaddur. Við leikarum sum Ryan Giggs, Nani, Ji-Sung Park, Bebe og Gabriel Obertan, so hava vit fleiri møguleikar, staðfestur Sir Alex Ferguson at enda.
25-ára gamli Luis Antonio Valencia Mosquera hevur spælt 36 dystir og skorað fimm mál fyri Manchester United, síðani hann skifti til Manchester United frá Wigan í 2009.










