Venjarin hjá Manchester United fær bert eina átalu fyri at hava tosað um dómaran undan dystinum móti Chelsea fyri viku síðani. Tað var ikki hissini ákæra, ið enska fótbóltssambandið legði Sir Alex Ferguson undir. Hann hevði nemmiliga róst Howard Webb, sum skuldi døma Premier League brakið móti Chelsea. Men tað var nú ikki orsaka av málburðinum, at FA valdi at ákæra Sir Alex, men av tí orsøk, at tað er ikki lov at tosa um dómaran undan einum dysti í Premier League. Sir Alex hevði til í gjár at svara upp á ákæruna. Hann boðaði í stuttum frá, at hann hevði onga viðmekring til málið.
69-ára gamli skotin fekk fyrr í hesum kappingarárinum leikbann í fimm dystir. Tað var tá hann eftir tapið móti Chelsea á Stamford Brigde vísti sína ónøgd við dómaran Martin Atkinson.
FA er nú komið til tað niðurstøðuna, at Sir Alex ikki skal revsast fyri at hava brotið regulgerðina, men hann fær eina átalu.