Sir Alex skrivað umstrídda bók

Sir Alex leggur eftir øllum frá Beckham, Keane og Rooney til Gerrard, Benitez og Liverpool

Í gjár gav Sir Alex Ferguson, fyrrverandi venjari hjá Manchester United, út bók um lívið hjá sær. Hann er bersøgin og bókin hevur fingið umrøðu í ítróttarmiðlunum kring heimin. Hann er ikki mjúkur at strúka og fleiri av hansara trúgvastu tænarum fáa toyggið.

 

Millum teirra eru David Beckham, Roy Keane og Wayne Rooney. Arvafíggindarnir úr Liverpool fáa somu viðferð. Her er ein samandráttur av nøkrum av teimum tingunum, sum Sir Alex umrøður í bókini, sambært Dailymail.

 

Sir Alex um Wayne Rooney:

 

Sir Alex váttar, at Wayne Rooney vildi sleepa úr felagnum eftir kappingarlok farna kappingarár. Wayne Rooney var ónøgdur við, at hann sat ov nógv á bonkinum og bleiv útskiftur ov oftani. Sir Alex vísir eisini á, at framherjin hevur trupulleikar við at halda góða formin viðlíka.

 

Sir Alex um David Beckham:

 

Sir Alex sigur í bókini, at David Beckham helt seg vera størri enn venjaran. Skeiva gongdin byrjar, tá David Beckham finnur saman við Victoriu, sum tá sangari í pop-bólkinum Spice Girls. Hann leggur afturat, at David Beckham valdi at verða kendur framum at verða fótbóltsspælari. Somuleiðis heldur hann lítið um skiftið til LA Galaxy, eftir at hann hevði spælt við Real Madrid.

 

 Hann greiðir eisini frá, at orsøkin til, at hann sparkaði ein fótbóltsskógv í høvdið á David Beckham í 2003, ar tí at Beckham ikki fylgdi Sylvain Wiltord, tá hesin skoraði til 2-0 til Arsenal, sum vann meistaraheitið.

 

Sir Alex um Roy Keane:

 

Sir Alex greiðir frá, ar Roy Keane var ringur at hava við at gera móti endanum av tíðini sum spælari. Tað merkist tá á Roy Keane, at hann ikki longur er so dominerandi á vøllinum sum hann hevði verið fyrr. Hann sigur millum annað, at tað fór ein lætti gjøgnum felagið, tá Roy Keane endiliga bleiv seldur. Hann setur somuleiðis spurnartekin við hansara evni sum venjara.

 

Sir Alex um Cristiano Ronaldo:

 

Sir Alex kallar Cristiano Ronaldo fyri tann besta spælaran hann hevur arbeitt við. Hann er betri enn Paul Scholes og Ryan Giggs, sum eru honum næstir á listanum, yvir bestu spælararnar Sir Alex hevur arbeitt við.

 

 Hann vísir somleiðis á, at Wayne Rooney var høvðusorsøkin til at Cristiano Ronaldo helt fram í felagnum eftir HM 2006, tá Cristiano Ronaldo sambært bretskum miðlum er viðvirkandi til, at Wayne Rooney fær reytt kort í dysti móti Portugal.

 

Sir Alex um Liverpool:

 

Sir Alex sigur millum annað, at Liverpool manglar átta spælarar fyri at vinna Premier League. Hann letur eisini illa at handfaringini hjá Liverpool viðvíkjandi Luis Suarez og rasismu-málinum, millum hann og Patrice Evra hjá Manchester United.

 

 Hann letur somuleiðis illa at keypunum hjá Kenny Dalglish, sum var venjari hjá Liverpool frá 2011 til 2012. Hann vísir til Jordan Henderson, Stewart Downing og Andy Carroll.

 

Sir Alex um Rafael Benitez:

 

Sir Alex gevur Rafael Bentiez toyggið. Hann sigur millum annað, at Rafael Benitez ongar vinir hevur millum venjararnar í Premier League, og at hann er ein “Silly man”, sum heldur vil oyðileggja ein fótbóltsdyst við verjuspælið, enn at vinna ein fótbóltsdyst.

 

 Hann finst eisini at keypunum hjá Rafa í tíðini í Liverpool, men viðgongur at keypið av Fernando Torres var framúr. Sjálvur royndi Sir Alex at keypa hann tvey ár frammanundan hann endaði í Liverpool.

 

Sir Alex um Steven Gerrard:

 

Sambært Sir Alex, so er Steven Gerrard ikki ein “topp, topp spælari”. Hann vísir á, at liðskiparin hjá Liverpool sjáldan var góður, tá hann spældi móti Paul Scholes og Roy Keane. Sir Alex viðgongur tó, at hann royndi at keypa hann í 2005.

 

 Sir Alex undrast eisini á hví Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool frá 2004 til 2009, so oftani brúkti Steven Gerrard á vonginum og ikki á miðvøllinum.

 

Sir Alex um enska landsliðið:

 

Sir Alex avdúkar í bókini, at hann tvær ferðir fekk bjóðað starvið sum enskur landsliðsvenjari. fyrst í 1999, tá Kevin Keegan bleiv settur, og í 2001, tá Sven Goran-Eriksson varð settur.

 

Sir Alex um Owen Hargreaves:

 

Kallar hann eitt tað vánaligasta keypið hann hevur gjørt. Enski miðvallarin spældi bara 27 dystir frá byrjan upp á fýra ár í Manchester United. – Tað var okkurt við honum mær ikki dámdi, sigur Sir Alex.

 

Sir Alex um Mark Bosnich:

 

Sir Alex kallar málverjan úr Avstralia fyri ein vánaligan yrkisspælara, sum dámdi ov væl at eta úti og hevði ósunnar matvanar.