Áðrenn Cristiano Ronaldo undirskrivaði sáttmála við Manchester United, bendi alt á, at hann endaði hjá kappingarneytanum, Manchester City.
Men, so ringdi fyrrverandi United-venjarin gjøgnum mong ár, Sir Alex Ferguson, til Ronaldo, og alt broyttist.
Tað skrivar Manchester Evening News, og tað er svenska Aftonbladet, sum endurgevur.
Vinalagið millum Sir Alex og Ronaldo hevur røtur langt aftur í tíðina.
Tað var undir einum venjingardysti móti Sporting í Lissabon í 2003, at táverandi United-venjarin veruliga legði til merkis unga leikaran úr Portugál.
Sir Alex Ferguson fór beint til felagið og segði: - Handan vilja vit hava!
Seinni spurdist eitt heilt serstakt vinalag millum teir báðar. Áðrenn pápi Ronaldo doyði í 2005, spurdi Sir Alex um heilsuna hjá pápa hansara.
Tá skal Unitet-venjarin hava sagt: - Cristiano, hvussu leingi vilt tú hava frí? Ein dag? Eina viku?
Hetta helt Cristiano Ronaldo vera ógvuliga vakurt, og fótbóltsstjørnan hevur eisini seinni lýst Sir Alex sum sín "fótbóltsfaðir".
Sterku bondini millum teir báðar vísa seg framvegis at vera sterk.
Tí, tá líkt var til, at Cristiano Ronaldo fór at skriva undir sáttmála við Manchester City, var Sir Alex Ferguson aftur har og ringdi til fótbóltsstjørnina, skrivar ávísin.
Aftonbladet skrivar, at samrøðan millum teir báðar, Sir Alex og Ronaldo, fór fram í morgun - bert tímar, áðrenn sáttmálin við Manchester United varð undirskrivaður.











