Wayne Rooney og tveir av hansara liðfeløgum í Manchester United eru revsaðir við eyka venjing og bót fyri at hava eti úti 2. jólakvøld. Sir Alex Ferguson setti eisini Wayne Rooney uttanfyri í dystinum móti Blackburn, sum endaði við óvæntaðum 3-2 tapi.
Søgan sigur sambært BBC, at Wayne Rooney, Darron Gibson og Jonny Evans fóru út at eta við maka eftir 5-0 sigurin á Wigan 2. jólakvøld. Dagin eftir gekk tað so illa til venjing, at Sir Alex Ferguson gjørdist í øðini og fekk at vita um kvøldið hjá teimum trimum.
Sir Alex gav teimum trimum greið boð at koma til venjing, meðan hinir høvdu frí. Venjing var ein revsing fyri vánaliga avrikið í venjing dagin fyri, umframt at teir allir fingu ein bót, sum svarar til lønina teir tjena upp á eina viku.
Ein kelda sigur við BBC, at málið nú er avgreitt og felagið flytur seg nú víðari. Manchester United skal mikukvøldið á vitjan í Newcastle.