Fyrst var tað Luka Modric, síðani Wesley Snejider og nú skriva enskir miðlar, at Sir Alex hevur eyguni eftir Newcastle miðvallarinum Joey Barton.
Hóast venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur sagt at hann er nøgdur við hópin hjá sær, so er tað ongin loyna, at hann framvegis leitar eftir einum miðvallara at taka yvir eftir Paul Scholes, ið er givin.
Luka Modric tykist enda í Chelsea, meðan Wesley Snejider verður ov dýrur. Tí vil The Sunday Times verða við, at Sir Alex umhugsar at fara eftir Newcastle miðvallarinum, Joey Barton. Sjálvur hevur Joey takka fyri áhugan, men sigur seg ikki vilja skifta frá Newcastle.
Joey Barton er í løtuni í Hollandi við eykaliðnum hjá Newcastle. Hann skuldi við besta liðnum í USA, men fekk ikki innfaringarloyvi orsaka av harðligu fortíðini hjá honum. Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, er við á ferðini í Hollandi.