Sir Alex leikbann í fimm dystir og bót

Enska fótbóltsambandið hevur fingið nokk av Sir Alex Ferguson og hevur givið honum forboð fyri at sita á bonkinum teir komandi fimm dystirnar. Tað var eftir 2-1 taptið á Stamford Bridge móti Chelsea, at venjarin hjá Manchester United var ov mælskur í eini samrøðu við sjónvarpsrásina hjá felagnum, MUTV. Hann var í øðini inn á dómaran, Martin Atkinson, sum millum annað valdi ikki at geva David Luiz reytt kort og dømdi brotsspark til Chelsea.

 

Enska fótbóltssambandið hevur givið Sir Alex Ferguson tríggjar dystir leikbann og góða fjórðings millión krónur í bót. 69-ára gamli skottin hevur eisini ein betingaðan dóm upp á tveir dystir sitandi á sær, sum nú kemur í gildið. Talan er um eina hending frá í fjør, tá Sir Alex Ferguson segði nøkur minni pent orð um Alan Wiley og formin hjá honum. Tí verður leikbannið fimm dystir.

 

Leikbannið, ella venjarabannið, kemur í gildi 22. mars og tað merkir, at hann ikki verður at síggja á bonkinum hjá Manchester United í dystinum móti West Ham, Fulham, Everton, Arsenal, umframt hálvfinaluna í FA Cup móti Manchester City.

 

Sir Alex Ferguson hevur í leikskránni hjá Manchester United sagt, at hann bara segði sannleikan og einki annað.