Michael Laudrup og hansara menn spældu í dag 1-1 javnleik móti Manchester United. Sir Alex var í øðini aftaná dystin.
Manchester United kom á odda, tá Patrice Evra stútaði eitt innlegg í mál. Eitt korter seinni, tá dysturin var ein hálvan tíma gamal, javnaði Michu fyri Swansea. Hann var fyrstur á returin eftir skotroynd.
Gestirnir úr Manchester United vóru nærri at vinna, men raktu í tveimum førum tvørstongina. Manchester United er framvegis greitt á í Premier League. Frástøðan niður til grannarnar og arvafíggindarnar, Manchester City, er nú fýra stig.
Sir Alex Ferguson var í øðini eftir dystin. Hann metti, at Ashley Williams kundi dripið Robin Van Persie, tá hann eftir at dómarin hevði bríkslað fyri frísparki, valdi at medda til bóltin, sum rakti hollendska framherjan í høvdið. Ashey Williams fekk gult kort fyri hendingina, meðan Robin Van Persie somuleiðis fekk gult kort. Helst fyri at blíva í øðini eftir hendingina.
Premier League:
Swansea Manchester United 1-1 (1-1)










