Sir Alex er ikki nøgdur við, at Rooney spældi ein so stóran part av venjingardystinum móti Egyptalandi. Rooney hevði eftir Carling Cup finaluna ein minni skaða í knænum. Hóast skaðan, so spardi 24 ára gamli framherjin seg ikki í landsdystinum, við tí úrslitið at skaðin gjørdist verri. Sir Alex vil ikki geva landsliðsvenjarinum skildina, men sigur at Rooney skal læra seg at siga frá, tá hann hevur brúk fyri hvíld.
Tað var annars ikki meiningin at Rooney skuldi spæla, men Sir Alex hevur hug at geva fjølmiðlinum ein part av skuldini, tí teir hava róð uppundir at Rooney skuldi verða við og harvið lagt trýst á framherjan.
Fyrr í vikuni fekk Sir Alex boð um, at Michael Owen ikki verður tøkur aftur hetta kappingarárið vegna skaða í baklærinum.