Chelsea vann í gjár 2-1 á Manchester United, men tað var ikki uttan umtalaðar dómara avgerðir. Fyrrverandi dómari er samdur við Sir Alex. -Tú vilt hava ein rættvísan dómara. Eg veit ikki hvussu hann(Martin Atkinson, blðm) fekk hendan dystin. Tá eg sá, at hann skuldi verða dómari væntaði eg tað ringasta. Tað hevur verið upp á hendan mátan trý ár á rað á Stamford Bridge, sigur ein óður Sir Alex Ferguson við sjónvarpsrásina hjá Manchester United.
Stutt undan brotssparkinum, sum avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Chelsea, var David Luiz heppin ikki at fáa seinna gula kortið, tá hann feldi Wayne Rooney.
-Eg skilji ikki hvussu David Luiz framvegis kundi verða á vøllinum. Fyrst fellur hann Chicharito, men dómarin dømir einki. Síðan fellur hann Wayne Rooney beint frammanfyri dómarinum, men heldur ikki her ger dómarin nakað við tað, sigur Sir Alex Ferguson víðari.
Tólv minuttir fyri tíð fær Chelsea brotsspark. Yuri Zhirkov fer umkoll, men Sir Alex heldur lítið um brotssparkið.
-Hatta var eitt sera bíligt brotsspark. Tú vilt hava sterka dómarar í slíkum dystum og tað fingu vit ikki í dag. Avgerðir sum hesar kunnu venda dystum. Fær Chelsea slíkar avgerðir, so einki óhugsandi í stríðnum um meistaraheitið, sigur Sir Alex Ferguson at enda.
Fyrrverandi enski dómarin, Graham Poll, er ikki ósamdur í Sir Alex Ferguson. Hann sigur í klummu sínari í Dailymail, at David Luiz heilt greitt átti at verið útvístur. Eisini heldur hann, at Manchester United átti brotsspark í fyrra hálvleiki, tá bólturin fór í hondina á John Terry. Somuleiðis metir hann, at brotssparkið til Chelsea var bíligt, men kundi dømast.










