Manchester United hevur funnið ein spanskan avloysara fyri 40-ára gamla Edwin van der Sar, sum í summar leggur málmandshandskarnar á hillina. Bretskir miðlar skriva í dag, at nýggjur málmaður hjá Manchester United verður 20-ára gamli David De Gea, sum til dagliga spælur við Atletico Madrid. Dailymail veit at, siga, at hann skiftur til Manchester United í summar fyri áleið 150 milliónir krónur.
Sambært stjóranum í Atletico Madrid, so eru Chelsea eisini áhugaðir í spanska málmanninum. Hann sigur somuleiðis, at teir fegnir vilja hava David De Gea at halda fram í felagnum og vísur á, at tað er upp til Atletico Madrid um hann verður seldur ella ikki.
Tað hevur leingi verið greitt, at Edwin van der Sar nærkast endanum á síni yrkisleið sum málmaður á hægsta stigi. Miðlarnir í Bretlandi hava tí gitt óført um hvussu Sir Alex Ferguson ætlar at loysa tann trupulleikan. Millum nøvnini, ið er nevnd, eru Manuel Neuer(Schalke), Julio Cesar(Inter Milan), Maarten Stekelenburg(Ajax) og David De Gea(Atletico Madrid).
Sir Alex Ferguson hevur bæði verið heppin og óheppin við málmonnum í Manchester United. Peter Schmeichel er uttan iva eitt navn, ið øll kennast við á okkara leiðum. Hann skifti í 1991 til Manchester United frá Brøndby og var av mongum mettur sum heimsinsbesti málmaður í tíðini í Manchester United fram til 1999.
Tað var eftir 1999, at Sir Alex kom í óføri av málmonnum. Menn sum Mark Bosnich, Massimmo Taibi, Fabien Barthez, Roy Carroll, Ricardo og Tim Howard megnaðu ongantíð at fylla handskarnar eftir Peter Schmeichel. Í 2005 kom Edwin van der Sar til felagið og hann hevur síðani verið ein brandur í málinum.
Sambært viðmerkjara hjá Sky Sports, so er fyrimyndin hjá David De Gea danska kempan, Peter Schmeichel. So kunnu Sir Alex Ferguon og Manchester United viðhaldsfólk bara vóna, at David De Gea minnir meira um Peter Schmeichel enn Massimmo Taibi!